Faroe Seafood hevur hildið ársaðalfund har ársrokniskapurin varð góðkendur. Úrslitið fyri árið 2009 varð eitt hall á 15,9 mill. kr. ímóti einum halli á 45 mill. kr. fyri 2008.
Á ársaðalfundinum vórðu broytingar framdar í nevndini. Nevndin sær nú soleiðis út: Ingi Højgaard, formaður, Eyðun Olsen, næstformaður, Jónsvein Knudsen, Ali Celebi og Kristoffur Laksá.
Felagið hevur tørv á at fáa bøtt um fíggjarliga grundarlagið. Ì longri tíð hevur verið arbeitt við hesum. Arbeitt verður framvegis við at fáa eina loysn, og vónar leiðslan, at ein nøktandi loysn fyriliggur í næstum.
Um spurningar eru í samband við hetta tíðindaskriv, ber til at venda sær til nevndarformannin Inga Højgaard á fartlf.nr. 511709.
Blíðar heilsanir
FAROE SEAFOOD
