Faroe Seafood komið á rætta kós

Posted in | »

Eftir eitt sera tungt ár í 2008 sær út til at Faroe Seafood í 2009 er komið á rætta kós. Felagið hevur megnað at fasthildið góðar sáttmálar við kundar ígjøgnum kreppuna og sær út til at samlaða virksemið so smátt er við at gerast lønandi aftur.
Ársaðalfundur hevur í dag verið í Faroe Seafood, og staðfestast kann, at Faroe Seafood, eftir eitt sera tungt ár í fjør, í 2009 er komið á rætta kós. Átøk hava verið sett í verk seinastu mánaðirnar, sum hava við sær betri lønsemi. Hesi fevna millum annað um at fáa virksemið at virka soleiðis, at fyrimunirnir av at hava eina samanhangandi virðisketu frá veiðu, framleiðslu og sølu koma fyritøkuni til góðar.
Samstundis hava prísir á marknaðunum og oljuprísirnir higartil verið til vildar.
Hetta kemur fyritøkuni væl við eftir óvanliga torføra árið 2008. Árið í fjør var merkt av, at fyritøkan vegna tørvandi gjaldføri hevði avmarkaðar møguleikar at virka. Støðan gjørdist ikki betur av, at søguligt høgir oljuprísir stungu seg upp. Seinra hálvár var vánaligur fiskiskapur, og haraftur at kom altjóða figgjarkreppan.
Ársúrslitið fyri 2008 gjørdist eitt hall uppá slakar 45 mió.kr. Nù 6 mánaðir eru farnir av 2009, sær heldur betur út, og væntar felagið at hava avlop í ár.
Á aðalfundinum vórðu broytingar framdar í nevndini. Richard Mortensen boðaði frá, at hann ikki ynskti afturval. Felagið og eigarnir takka honum fyri eitt gott arbeiði undir torførum umstøðum.
Nevndin sær nú soleiðis út: Anfinnur Olsen, formaður, Eyðun Olsen, næstformaður, Jónsvein Knudsen, Jakob Bjarnason og Kristoffur Laksá.
Hesir eru partaeigararnir, ið eiga meira enn 5 prosentum av partapeninginum í Faroe Seafood: P/F Notio Framtaksfelag, Framtak, Vátryggingarfélag Íslands hf og Sp/f 26.03.2006.

Blíðar heilsanir
FAROE SEAFOOD